Fyrrapartin í gjár vórðu fleiri bilførarar skuldsettir fyri ymisk lógarbrot, upplýsir løgreglan.
Beint áðrenn klokkan átta varð ein bilur steðgaður við Tofta skúla, har tað vísti seg, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka.
Viðkomandi varð handtikin, blóðroynd varð tikin, og er hann nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Løtu seinni, um klokkan hálvgum níggju varð boðað frá, at ein stórur rútur var dottin úr lastini á einum bili í Kollafjarðadali.
Ein annar bilførari tók mynd av lastbilinum, og var tað tí skjótt hjá løgregluni at finna fram til lastbilføraran, sum fær eina treytaða frádøming av koyrikortinum fyri ikki at tryggja lastina nóg væl.
Um 13-tíðina varð boðað frá einum ferðsluóhappi í parkeringskjallaranum í SMS, og í hesum sambandi varð ein bilførari skuldsettur fyri at rýma frá óhappinum.
Eisini her hevði onkur sæð nummarplátuna, og var tað tí lætt hjá løgregluni at finna fram til viðkomandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald