Uttanlands

Tríggir ákærdir fyri at fyrireika yvirgangsatsókn í Svøríki

Tilsamans verða seks persónar ákærdir fyri lógarbrot

7. apríl 2017 drap Rakhmat Akilov fýra fólk í yvirgangsatsókn í Svøríki (Mynd: Express)

7. apríl 2017 drap Rakhmat Akilov fýra fólk í yvirgangsatsókn í Svøríki (Mynd: Express)

2018-12-27 14:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tríggir persónar verða nú ákærdir fyri at fyrireika eina yvirgangsatsókn í Svøríki. Tilsamans verða seks persónar ákærdir, har hinir fýra verða ákærdir fyri lógarbrot.

Tey ákærdu verða ákærd fyri at hava fingið sær til vega stórar mongdir av kemikalium og aðra útgerð, við tí fyri eyga at drepa og skaða so nógvar persónar sum gjørligt. Tað skrivar svenska ákæruvaldið í tíðindabrævi.

Sakin kemur fram fyri dómstól í januar og februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder