Mentan

Tórshavnar Manskór í Gøtu kirkju

Hvítusunnudag, sunnudagin kl. 17, vitjað Tórshavnar Manskór í Gøtu

2022-06-04 10:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir væleydnaða konsert í Salt á Drelnesi leygarkvøldið 21. mai 2022, setur Tórshavnar Manskór nú kós norðureftir.

Hvítusunnudag, sunnudagin kl. 17, vitjar kórið í Gøtu kirkju.

Skráin fyri konsertina er sum altíð fjølbroytt. Ein væl samansett blanding av kirkjuligum og verðsligum verkum og sangum, bæði føroyskum og útlendskum.
Høvuðskórleiðarar í kórinum, Bjarni Restorff og Kári Bæk, eru umboðaðir í skránni við egnum verkum, eins og sungið verður á donskum, norðurlendskum, enskum, týskum og latíni.

Umframt Bjarna og Kára, stjórna yngri kórleiðarar eisini kórinum á konsertini.
Jón Festirstein, ið er kendur fiólleikari, er ein teirra, og unglingin, Ari Hammer Joensen, ið er í útbúgving sum organistur, er hin.

Harumframt stjórnar ein annar av royndu føroysku kórleiðarunum, Hanus Joensen, eitt av verkunum.

Tórshavnar Manskór varð stovnað av Kára av Reyni, sála, og Bjarna Restorff í 1986. Hesi 36 árini síðan stovnanina hevur kórið verið sera virkið. Bæði innan- og uttanlands. Kórið er nógv umbiðið. Seinasta sangár hevði kórið fleiri enn 40 framførslurnar. Serliga leisturin hjá kórinum “Tit ringja, vit syngja” er vælumtókur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder