Innanlands

Tórshavnar Manskór: Fagnaðarkonsert við nógvum fínum gestum leygardagin

Konsertin í Norðurlandahúsinum byrjar klokkan 17. Aðalmálið hjá kórinum hevur alla íð verið, at í góðsku náa upp millum tey bestu manskórini í Norðurlondum

Tórshavnar Manskór uttanfyri Langholtskirkju í Reykjavik flaggdagin 25. aprl 2026

Tórshavnar Manskór uttanfyri Langholtskirkju í Reykjavik flaggdagin 25. aprl 2026

2026-05-21 17:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kári av Reyni, tenorur, og Bjarni Restorff, kórleiðari, vóru teir, ið laðaðu grundina til tað kórið, sum nú 40 ár seinni, bjóðar áhoyrarum í Norðurlandahúsið á fagnaðarkonsert.

Hon byrjar leygardagin klokkan 17:00: Eina konsert, ið staðfestir, at kórið enn livir sítt virkna lív, hóast stovnararnir, og fleiri við teimum, eru farnir úr hesi verð.

Aðalmálið hjá kórinum hevur alla íð verið, at í góðsku náa upp millum tey bestu manskórini í Norðurlondum.

Kórið er væl ávegis at náa hesum máli. Tað er gott samstarv við so góð kór sum Den Danske Studentersangforening úr København, Orphei Drängar úr Uppsala í Svøríki, Karlakór Reykjavikur og Fostbræður úr Íslandi, og seinnu árini eisini DnS, Den Norske Studentersangforening, úr Olso, prógvið um: At Tórshavnar Manskór verður virt og mett somikið gott, at stóru og navnframu kórini kring okkum, hava tikið føroyska kórið til sín, sum javnsett kór.

Á konsertini leygardagin trínur kórið á pall saman við sera dugnaligum fólki:

Mattias Kapnas á klaveri, og tveimum navnframum gestakórleiðarum, Marit Tøndel Bodsberg, kórleiðari hjá m.ø. Den Norske Studentersangforening, og Fríðrik Kristinsson, ið dagliga leiðir Karlakóri Reykjavikur.

[object Object]
Mattias Kapnas, pianistur

[object Object] Marit Tøndel Bodsberg

[object Object] Friðrik S. Kristinsson, kórleiðari í Karlakóri Reykjavikur

Fasti kórleiðarin í Tórshavnar Manskóri, Jón Festirstein, eigur sjálvsagt eisini sín stóra sjálvsagda og umráðandi leiklut á konsertini.

[object Object]
Jón Festirstein

Á skránni verður bæði nýtt og gamalt, stórslignir eins og inniligir sangir, og sum nakað heilt serstakt verður verkið Í Noreg búðu raskir menn, ið norski komponisturin, Tormod Tvete Vik, hevur skrivað til Tórshavnar Manskór í sambandi við 40 ára dagin, frumframført. 

[object Object]

Tórshavnar Manskór

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder