Tórshavnar kommuna bjóðar nú út grundøki til íbúða- og/ella raðhúsabygging í Kollafirði.
Talan er um eitt øki, sum er umleið 5.772 fermetrar til støddar og er ætlað til bústaðarbygging við tilhoyrandi fríøkjum og uttanumøki.
– Endamálið er at stuðla undir eina fjølbroytta og livandi bygd við góðum og nútímans bústaðarloysnum, skrivar kommunan.
– Við hesum útboðnum verður enn eitt stig tikið fyri at skapa fleiri bústaðir í Kollafirði og geva bæði ungum, familjum og eldri møguleika at seta búgv í bygdini.
Endamálið við útbjóðingini er, sambært Tórshavnar kommunu, at menna eina dygdargóða og vælskipaða bústaðarverkætlan, sum tekur atlit til landslagið, útsýnið og verandi nærumhvørvið í Kollafirði. Dentur verður lagdur á góðan arkitektur, burðardyggar loysnir og fjølbroyttar bústaðir.
Freistin at lata inn tilboð er 17. juli klokkan 12.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald