Innanlands

Tórshavnar kommuna: Nýggj vegleiðing til dagstovnar væntandi tøk í komandi viku

Vegna allar kommunurnar fer Kommunufelagið saman við Koronaráðgevingini fyrst í næstu viku at viðgera dagførdar vegleiðingar soleiðis, at øll børn kunnu koma aftur á stovn undir skipaðum viðurskiftum og so skjótt, sum til ber

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-03 17:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðst í apríl boðaði løgmaður frá, at meira ferð verður sett á samfelagið frá í morgin, mánadegnum 4. mai.

Flest øll skulu nú aftur til arbeiðis, fleiri fara aftur í skúla, og upp til 50 fólk kunnu savnast, tó enn við hóskandi frástøðu.

Viðvíkjandi dagstovnaøkinum varð fráboðað, at kommunurnar saman við Koronaráðgevingini eru farnar undir at skipa virksemið soleiðis, at øll børn kunnu koma aftur á stovn so skjótt sum gjørligt. Vegna allar kommunurnar fer Kommunufelagið saman við Koronaráðgevingini fyrst í næstu viku at viðgera dagførdar vegleiðingar soleiðis, at øll børn kunnu koma aftur á stovn undir skipaðum viðurskiftum og so skjótt, sum til ber, skrivar Tórshavnar kommuna.

Kommunan sigur, at ein nýggj vegleiðing til dagstovnar væntandi verður tøk í komandi viku, og eru verandi vegleiðingar enn galdandi og óbroyttar. Virksemið á stovnunum í kommununi í komandi viku verður tí eisini so, sum tað longu er fyrireikað og fráboðað.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder