Tórshavnar kommuna hevur samtykt nýggjan umhvørvispolitikk fyri árini 2026 til 2032. “Saman um grønu Framtíðina” kallast umfatandi ætlanin.
Klokkan 16.30 í dag verður ætlanin lagt alment fram. Hetta hendir á einum tiltaki í Perluni í Tórsgøtu, har borgarar kunnu koma og hoyra hvørjar ætlanir kommunan hevur á grøna økinum.
- Nýggi umhvørvispolitikkurin vísir, hvussu vit skulu bera okkum at í Tórshavnar kommunu fyri at gerast verðurlagsneutral í 2040. Í politikkinum sæst millum annað, hvørji øki kommunan skal leggja serligan dent á, og hvørji ítøkilig átøk skulu fremjast fyri at røkka okkara lutmálum og høvuðsmálinum um netto null útlát av vakstrarhúsgassi í 2040, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Politikkin sært tú í fullum líki her
Nýggi umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu er úrslitið av drúgvari tilgongd við mongum forkanningum.
Politikkurin er gjørdur við støði í altjóða verðurlagssáttmálanum frá 1992, Parissáttmálanum frá 2015, heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning og teimum landspolitisku málunum, sum eru at finna í føroysku veðurlagslógini.
Politikkurin tekur somuleiðis støði í Kommunuætlanini og øðrum politikkum hjá kommununi, so sum ferðavinnupolitikkinum og vinnupolitikkinum umframt Grønu Leiðini frá 2016 og orkupolitikkinum.
Harumframt byggir umhvørvispolitikkurin á borgarafund, fund við staðbundnu nevndirnar, verkstovur, frágreiðingar, samrøður við viðkomandi partar og talgildan pall, har borgarar høvdu møguleika at koma við íkasti.
Fleiri átøk eru sett í verk í kommununi seinastu árini, sum hava lækkað CO2-útlátið á fleiri økjum. Til dømis verða munandi fleiri fermetrar av kommunalum bygningum hitaðir við grønari orku í dag sammett við 2016. Tá ið tosað verður um burturkast, sæst ein ávís gongd rætta vegin frá 2016 til 2024, tó at broytingarnar eru smáar og tørvur framvegis er á at minka burturkastið og økja endurnýtsluna.
Samanlagt vísa viðurskiftini eina kommunu, sum støðugt arbeiðir fram ímóti eini grønari framtíð. Kommunan vil tó gera meira fyri at fáa vøkstur, býarmenning og burðardygd at ganga hond í hond. Við vitanarmenning, neyvum dátugrundarlagi og málrættaðum átøkum strembar Tórshavnar kommuna komandi árini eftir at tryggja, at umhvørvislig, fíggjarlig og sosial burðardygd ganga upp í eina hægri eind.
Eitt týdningarmikið amboð í umhvørvispolitikkinum er virkisætlanin, ið útgreinar, hvussu umhvørvismálini verða rokkin og átøkini útint. Í virkisætlanini er tíðar- og kostnaðarmeting umframt áseting um, hvør hevur ábyrgd av at útinna einstøku átøkini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald