Tórshavnar kommuna fer nú undir eina nýggja royndarverkætlan við matarskipan á fólkaskúlaøkinum, har næmingar fara at fáa heilsugóðan og dygdargóðan mat mitt á degi hvønn skúladag.
Tórshavnar býráð setti várið 2025 ein arbeiðsbólk at kanna møguleikan at seta á stovn eina matarskipan í skúlunum, og bólkurin handaði politisku skipanini síni tilmæli seinasta heyst.
Í hesum sambandi verður um dagarnar lýst eftir einum køksleiðara, sum skal standa á odda fyri arbeiðinum at menna og reka matarskipanina, skrivar Tórshavnar kommuna.
Matarskipanin hevur, sambært kommununi, til endamáls at tryggja, at øll børn fáa javnbjóðis atgongd til heilsugóðan mat, samstundis sum hon skal stuðla undir trivnað, læring og góðar matvanar hjá næmingunum.
Royndarskipan við umleið 500 næmingum
Matarskipanin fevnir í fyrstu atløgu um tríggjar skúlar: grunddeildina í Eysturskúlanum, miðdeildin í Skúlanum á Fløtum, og allar næmingar í Kollafjarðar skúla.
Íalt verða einir 500 næmingar partur av royndarskipanini.
Framleiðslan verður í framleiðslukøkinum á Skúlanum á Fløtum, haðani matur eisini verður fluttur til hinar skúlarnar. Eysturskúlin fær umstøður til at borðreiða og eta, og Kollafjarðar skúli er partur av verkætlanini, so royndir verða gjørdar við logistikki.
Kanningar millum foreldur og næmingar vísa, at stórur áhugi er fyri eini matarskipan, har næmingarnir fáa heitan ella kaldan mat í skúlanum, og nógv eru eisini sinnað at rinda fyri skipanina. Arbeitt verður við eini skipan, sum partvís er fíggjað við brúkaragjaldi, skrivar kommunan.
Royndir við skúlamati verða gjørdar í skúlaárunum 2026/27 og 2027/28. Síðani verður skipanin eftirmett, og býráðið fer so at taka støðu til, um matarskipanin skal halda fram og møguliga víðkast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald