Innanlands

Torkil Vestergaard Rasmussen nýggjur deildarstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum

37-ára gamli maðurin hevur arbeitt sum fulltrúi í Landsfyrisitingini í átta ár - harav fimm ár í Mentamálaráðnum

Torkil V. Rasmussen er útbúgvin cand. jur (Mynd: ummr.fo)

Torkil V. Rasmussen er útbúgvin cand. jur (Mynd: ummr.fo)

2021-03-19 15:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Torkil Vestergaard Rasmussen er settur sum deildarstjóri á Mentanardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Hetta skrivar uttanríkis- og mentamálaráðið á heimasíðu sínari.

Torkil V. Rasmussen er 37 ára gamal og útbúgvin cand. jur. í 2012 frá Københavns Universitet. Torkil er ikki heilt ókendur í ráðnum. Hann hevur átta-ára royndir sum fulltrúi í Landsfyrisitingini, harav 5 ár í Mentamálaráðnum. Í Mentamálaráðnum hevur Torkil Rasmussen millum annað arbeitt við løgfrøði innan mentanarøkið og ráðgivið leiðsluni.

Um deildina skrivar ummr.fo soleiðis:

- Deildin hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi innan mentanarøkið, sum fevnir um mentan, list, mentanararv, søvn, ítrótt, fjølmiðlar, kirkju og onnur trúarsamfeløg.

Torkil V. Rasmussen tekur við starvinum tann 1. mai 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder