Mentan

Tónar, list og lív í Havn

Stóra tiltakið, Mentanarnáttin, verður hildin í Havn fríggjadagin

(Mynd: Visit Tórshavn)

(Mynd: Visit Tórshavn)

2025-06-04 10:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mentanarnáttin 2025 verður hildin fríggjakvøldið 6. juni í Tórshavn og er eitt av størstu mentanartiltøkunum í Føroyum. Tiltakið, sum fyrstu ferð varð hildið í 2001, hevur ment seg til ein fastan tátt í havnarlívinum og verður ofta rópt “lítla ólavsøka” vegna sín fjølbroytta og lívliga dám. Tað er Visit Tórshavn, sum samskipar Mentanarnáttina.

- Hetta er dagurin, tá stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið. Skráin veksur í vavi fyri hvørt ár, og í ár er onki undantak. Verður hugt í skránna sæst, at ársins skrá er kryddað við spennandi bókaútgávum, tónleiki, framsýningum, kappingum, undirhaldandi barnatiltøkum og mongum øðrum, sigur Tordis á Rógvi Biskopstø, stjóri á Visit Tórshavn.

Setanin av Mentanarnáttini verður á Vaglinum kl. 18, og tað er Elsa Berg sum setur Mentanarnáttina. Aftaná framførir Dania O. Tausen nøkur løg. Hóast setanin er kl. 18 byrja fleiri tiltøk fyrr á degnum.

- Flestu tiltøkini liggja í miðbýnum, men tað eru eisini fleiri tiltøk at finna kring alla Havnina, bæði á Argjum og í Hoyvík, so til ber at njóta býin frá øllum síðum hendan dagin, sigur Tordis.

Til ber at síggja alla skránna og leita eftir slag av tiltøkum á mentanarnattin.fo

Eisini ber til at fylgja við á Facebook síðuni, har eisini sæst hvørjir vegir verða stongir á degnum, á fb.com/mentanarnattin

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder