Innanlands

Tøknin sveik: Sóu ikki seinasta skotið

Nú er landfast millum Sandoynna og Stremoynna, men higartil hevur tøknin merkt stóra hátíðarhaldi í Ítróttarhøllini á Sandi

2022-02-03 13:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri lítlari løtu síðani varð seinasta skotið latið í Sandoyartunlinum. Sostatt er landfast millum Sandoy og Stremoynna.

94 ára gamla Harriet Krog Jensen av Sandi hevði samband við spreingimeistaran, sum var staddur á botni streymoyarmegin, og sum trýsti á knøttin.

Men júst tá hetta skuldi gerast, sveik sambandið. Brádliga varð skotið latið av, men sjónvarpshyggjarin sá einki. Bara eitt hakkandi buldur hoyrdist í hátalaranum.

Enn verða røður hildnar á tiltakinum, sum verður sent beinleiðis í sjónvarpinum. 

Fylg við her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder