Innanlands

Tobbi tekur í egnan barm: Green Ocean er ein kiksari

Heimafriður er á rættari leið hesaferð, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu um ljóðdálkandi skipið Green Ocean

(Mynd: Heimafriður)

(Mynd: Heimafriður)

2020-09-07 06:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu gevur felagsskapinum Heimafriði rætt. Green Ocean, sum kom á Runavík sunnumorgunin, larmar alt ov illa, og er sambært borgarstjóranum ein kiksari.

Heimafriður sendi sunnudagin eitt lesarabræv út til miðlarnar um, at neyðarrópini streymaðu inn til felagsskapin, nú skipið Green Ocean var komin at bryggju í Runavíkar Havn eftir at hava ligið í Norðhavnini í fyra samdøgur.

- Har (í Norðhavnini, red.) hevur skipið ligið í fýra samdøgur og borgarar hava kært sína neyð og fleiri eru rýmd av húsinum. Í nátt loysti Green Ocean frá bryggju í Norðhavnini, men ’Gud hjálpi okkum’ kom tað larmandi inn á Runavík, haðani neyðarrópini hava streymað inn til Heimafrið frá morgunstundini, skrivar Trina Eysturoy, forkvinna í Heimafriði, í lesarabrævinum.

Og borgarstjórin í Runavíkar kommunu gevur Trinu Eysturoy rætt.

- Eftir ein túr kring um Toftavatn eftir kirkjutíð, mátti eg bara staðfesta, at her var farið um mark og væl tað, skrivar Tórbjørn Jacobsen í einari Facebookstøðudagføring.

- Vit hava hesi seinastu 1-2 árini sett upp ein lista yvir ljóð- og luftdálkandi skip, sum als ikki sleppa til bryggju aftur, uttan so, at eigararnir gera okkurt fyri at bøta um støðuna - munandi. Green Ocean er ein kiksari í so máta í hesi ætlan.

- Stóri parturin av vitjandi skipum – føroysk og útlendsk – órógva ikki borgararnar, men hesi fáu verða boykottað av Runavíkar havn fyri at verja borgararnar og ta skipaferðsluna, sum ikki er ein trupulleiki – heldur ein fyrimunur. At Green Ocean er komið til bryggju, og skiparin ella umboðsfelag skipsins ikki skilir, at farið er langan veg um mark, larmi viðvíkjandi, kemur við tíðini at undirgrava teirra egna virksemi. Taka teir ikki betri partar fyri seg, í einstøkum førum hevur tað borið væl til, so kemur ikki éin pelagiskur, ella semipelagiskur, fiskur av útlendsku kvotunum upp á land í Føroyum áðrenn long tíð er umliðin, skrivar Tórbjørn Jacobsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder