Innanlands

Tobbi aftur í løgtingið

Ingolf S. Olsen, sum hevur havt sætið fyri Høgna Hoydal seinasta mánaðin, er farin til skips

Tórbjørn Jacobsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tórbjørn Jacobsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-15 15:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Næstu tvær vikurnar tekur Tórbjørn Jacobsen sætið á tingi fyri Høgna Hoydal, sum hevur biðið Løgtingið um at leingja sítt farloyvi til 3. mai.

Ingolf S. Olsen, úr Vága Tjóðveldisfelag, sum hevur havt sætið seinasta mánaðin, er farin til skips.

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Tórbjørn Jacobsen, var tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin frá 1998 til 2011, tá ið hann ikki stillaði upp aftur. Hann hevur verið landsstýrismaður í mentamálum og fiskivinnumálum og somuleiðis fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi í fleiri umførum.

Tobbi er uppstillaður fyri Eysturoyar Tjóðveldisfelag, har hann hevur verið limur síðani ungdómsárini, umframt at hann hevur sitið í nevndini í mong ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder