Sunnumorgunin andaðist bretski sjónleikarin, Bernard Hill, 79 ára gamal. Tað váttar agentur hansara, Lou Coulson fyri BBC.
Hann er mest kendur fyri leiklutin sum skiparin Edward Smith í "Titanic" frá 1997 og Theóden kongur í "Ringanna Harri"-filmunum.
Bernard Hill er einasti sjónleikari, sum hevur spælt við í meira enn einum filmi, sum hevur vunnið heilar 11 Oscar-virðislønir. Talan er um filmarnar "Titanic" og triðja filmin í "Ringanna Harri"-trýverkinum "Return of the King" (á føroyskum: kongurin kemur aftur).
Bernard Hill varð føddur 17. desember 1944 í Manchester í Stórabretlandi. Hann hevur lisið á stovninum, sum í dag eitur Manchester School of Theatre og byrjaði sína yrkisleið í 1973. Hann var giftur við amerikonsku sjónleikarakvinnuni, Marianna Hill, og parið eigur ein son, Gabriel.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald