Tað hevur verið politisk órógv í Kosovo seinastu tíðina. Orsøkin er, at forsætisráðharrin Ramush Haradinaj 19. juli legði frá sær, eftir at hann við krígsdómstólin í Haag varð skuldsettur fyri at hava framt krígsbrotsverk undir krígnum í Kosovo beint áðrenn aldarskifti, har Haradinaj var herovasti í KLA.
Les eisini: Haradinaj skuldsettur fyri krígsbrotsverk
Nú er ein loysn funnin í stjórnini. Stjórnarlimirnir atkvøddu í dag fyri at upploysa tingið. 89 út av 120 atkvøddu fyri, og Haradinaj hevur viðmerkt, at talan var um eina búnað politiska avgerð. Hetta skrivar APF tíðindastovan.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/08/22/615x455/h55267289.jpg)
(Rasmush Haradinaj var tvey ár í sessinum sum forsætisráðharri - Mynd: EPA)
Tað merkir, at val er fyri framman í Kosovo. Nær hetta verður, er ikki greitt, men fleiri flokkar eru so smátt farnir í gongd við valstríðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald