Innanlands

Tingfundurin niðurlagdur - skulu finna semju um nevndirnar

Í fyrstu syftu hava flokkarnir til klokkan 13 at býta sessirnar. Anna Falkenberg er formliga farin í farloyvi, meðan Hermann Samuelsen hevur tikið sæti

2026-04-20 11:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Vælkomin aftur til arbeiðis.

Soleiðis segði Jóhan Dahl, áðrenn løgtingsformaðurin las skriv upp frá Annu Falkenberg

- Í sambandi við at undirritaða hevur sess á Fólkatingið, verður biðið um farloyvi frá tinginum í óavmarkaða tíð.

Sí eisini: Anna Falkenberg er nú løgtingskvinna

Harvið fer sessurin hjá Sambandsflokkinum til Hermann Samuelsen, sum fekk 258 atkvøður tann 26. mars.

[object Object]
Hermann Samuelsen longst til høgru og undir liðuni á honum Anna Falkenberg, fólkatingssessin. Ungi klaksvíkingurin, við røtur til Víkar, hevur í dag formliga tikið sæti á tingið, eftir at Anna Falkenberg (nummar níggju á listanum) hevur biðið um farloyvi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hetta skuldi líka formliga uppá pláss; valbrøvini skuldi kannast eins og hjá varafólkunum fyri einari viku viku síðani.

Eftir hetta niðurlegði Johan Dahl tingfundin. Hetta til klokkan 13. Í fyrstu syftu hava flokkarnir til tá at fáa kabalina endaliga at ganga upp.

Sjey limir og sjey varalimir skulu veljast í Fíggjarnevndina, Uttanlandsnevndina, Vinnunevndina, Trivnaðarnevndina, Mentanarnevndina, og Rættarnevndina.

Tríggir limir og tríggir varalimir skulu veljast í Landsstýrismálanevndina, fýra løgtingsgrannskoðarar skulu veljast, og eisini skulu limir veljast til Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið, sum skulu hava ávikavist tveir og seks limir úr Føroyum.

Sí eisini: Størsti spenningurin er um forfólkasessin í Fíggjarnevndini

Sum skilst eru størstu knútarnir innanhýsis í flokkunum - hvør skal fáa hvønn sess. Í øllum førum hjá onkrum flokki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder