placeholder
Mentan

Tina í samstarv við kendan danskan tónleikara

Sungið verður á bæði donskum og føroyskum. Nýtt lag kom út í dag

Thomas Buttenschøn og Tina Mellem

Thomas Buttenschøn og Tina Mellem

2022-06-24 14:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Thomas Buttenschøn er ikki eitt nýtt navn á danska tónleikapallinum. Hann hevur seinastu árini útgivið fleri løg. Tina Mellemgaard, ella Tina Mellem, sum hon nú rópar seg, er nýggj.

Fyrstu ferð hoyvíkingurin veruliga gjørdi vart við seg, var til X Factor fyrr í ár, tá hon gjørdist nummar trý.

Nú hava tey bæði útgivið eitt lag saman. Og lagið er ikki bara á donskum, men eisini á føroyskum.

Heitið er “Hvorfor er det? - Hví er tað?”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder