Mentan

Tilmelding til Ungt Summar byrjar í morgin

Talan er um eina nýggja verkætlan hjá Tórshavnar kommunu, sum fevnir um 10 verkstovur, sum 13-15 ára gomul kunnu luttaka í

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-30 23:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, 1. juli klokkan 13, verður latið upp fyri tilmelding til Ungt Summar.

Talan er um eina nýggja verkætlan hjá Tórshavnar kommunu, sum fevnir um 10 verkstovur, sum 13-15 ára gomul kunnu luttaka í.

Endamálið er at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivna millum tey 13-15 ára gomlu í kommununi.

Stongt verður fyri tilmelding aftur mikudagin 6. juli klokkan 13, og plássini verða lutaði út í tí raðfylgju, tey verða umbiðin, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu. Nærri kunning er at finna her.

Verkstovurnar í ár eru hesar:

  • Tekniverkstova
  • Fjallasúkkling
  • Seymiverkstova
  • Prentverkstova
  • E-sportverkstova
  • Livestreamingsverkstova
  • Heimasíðuverkstova
  • Smúkkuverkstova
  • Podvarpsverkstova
  • Sangskrivaraverkstova
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder