Innanlands

Tilkomin maður í varðhaldi fyri harðskap í gjárkvøldið

Maðurin sló ein annan mann vesturi í Vágum

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-07-27 08:37 Author image
Oda Strøm

Á løgreglustøðini siga tey, at tað hevur verið øgiliga friðarligt sum heild seinasta døgnið, men tó hava tey fingið eitt harðskapsmál inn. 

Tað var í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um ein mann, sum var harðligur í Vágum. 

Tilkomni maðurin hevði sligið ein annan mann, og løgreglan tók mannin við sær og koyrdi hann í varðhald. Sum skilst var alkohol uppi í leikinum.

Løgreglan manglar enn at avhoyra nøkur vitni, men sigur seg tó stórtsæð vita, hvat ið fór fram.

Maðurin, sum enn situr í varðhaldi í morgun, verður tí skuldsettur fyri harðskap. 

placeholder
placeholder