Innanlands

Tilhaldið í Tórsgøtu opið aftur mánadagin

Í komandi viku letur tilhaldið uppaftur við skerdari vikuskrá

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-08-04 15:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku, mánadagin 10. august, letur tilhaldið í Tórsgøtu uppaftur, tó við skerdari vikuskrá, upplýsir Tórshavnar kommuna.

Tey liðini, sum byrja, eru:

Fimleikur menn: mikudag og fríggjadag

Fimleikur kvinnur: mánadag og hósdag

Stólafimleikur: mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag

Bindiklubbur: hósdag

Í venjingarrúminum kunnu í mesta lagi tvey vera í senn. Lesibólkurin byrjar í september.

Pláss er fyri 10 á hvørjum liði, og er tilmelding neyðug. 

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder