Innanlands

Tilburður staðfestur á flogvøllinum

Hetta er triði tilburðurin innan eina viku, sum er staðfestur, tá eitt ferðafólk er komið til landið. Viðkomandi persónur hevur bústað í Føroyum og er nú í sóttarhaldi. Fimm persónar í Føroyum hava koronu í løtuni

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-09-08 11:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein nýggjur koronatilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Tað merkir, at fimm persónar eru smittaðir í løtuni.

Eins og mikudagin og hósdagin í farnu viku, var tað ein sum kom til landið, ið fekk staðfest smittu í kanning á flogvøllinum. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina, skrivar Heilumálaráðið.

Tað hevur verið greitt seinastu tíðina, at eingin smitta ferðast runt í landinum, og tað er á flogvøllinum, at seinastu tilburðirnir av koronu eru staðfestir.

Ein koronasmittaður persónur er framvegis innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya. Tilsamans hava 414 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum - næstan 105.000 kanningar eru framdar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder