Innanlands

Tiknir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki

Løgreglan gjørdi ferðamátingar á Skálafjørðinum í gjár, og í hesum sambandi vórðu fimm mál skrivað

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-04 09:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á middegi í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðamátingar á Skálafjørðinum, og í hesum sambandi vórðu fimm mál skrivað.

Løgreglan upplýsir, at fimm bilførarar koyrdu millum 70 og 78 km/t í bygdum øki, har mest loyvda ferðin er 50.

Allir førararnir fáa eina bót, og tann eini fær eisini eitt klipp í koyrikortið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder