Innanlands

Tikin fyri rúsdrekkakoyring

Meldaður fyri at koyra óstøðugt á havnargøtum

2023-08-17 10:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í nátt fekk løgreglan fráboðan frá fólki í Havn um, at tey høvdu sæð ein bil, sum koyrdi óvanliga óstøðugt.

Løgreglan fór út at leita eftir bilinum, og funnu hann nærhendis heiminum hjá bilføraranum. Hann var sjónliga ávirkaður, og tí tikin við á løgregluna fyri at taka blóðroynd, sum síðan skal vísa, hvat víðari skal henda.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder