Innanlands

Tikin fyri at smugla hash

Í gjár varð ein maður afturhildin av tollvaldinum – Maðurin, sum hevði hash innvortis, varð tikin við á politistøðina, og har verður hann sitandi, til tað er komið út aftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-02 10:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan frá tollvaldinum á flogvøllinum um, at ein maður varð afturhildin fyri at smugla rúsevni.

Maðurin hevði viðgingið, at hann hevði hash innvortis. Hann varð síðani skannaður, og tað vísti seg, at hann hevði okkurt inni í sær.

Løgreglan tók mannin við sær á politistøðina, og har verður hann sitandi, til hashið er komið út aftur, sigur vaktleiðarin á politistøðini við Portalin í morgun.

placeholder
placeholder