Innanlands

Tíggju tikin fyri at tosa í telefon í ferðsluni

Løgreglan hevði serliga eygað eftir fartelefonum, tá ferðslukanningar vórðu gjørdar í Havn í gjár

2026-07-23 07:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðsluløgreglan gjørdi um seg í høvuðsstaðnum í gjár í einum átaki, sum hevði til endamáls at kanna um bilførarar tosaðu í telefon í ferðsluni.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir í morgun, at ikki færri enn 10 bilførarar tosaðu í handhildnari telefon undir akstri í býnum. Hesir fáa allir eina bót á umleið túsund krónur umframt eitt klipp í koyrikortið.

Undir kanningunum varð eisini ein bilførari tikin fyri ikki at sita íbundin í bilinum. Tað gevur eisini bót. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder