Innanlands

Tíggju smittað eftir í landinum

Sambært tølunum hjá heilsumyndugleikunum eru 19 tilburðir av korona í løtuni, men níggju av teimum eru av kekkiska hondbóltslandsliðnum, sum ikki er í Føroyum longur. Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-01-16 17:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vit skulu aftur til byrjanina av desember fyri at finna ein dag, tá tað vóru tíggju fólk við covid-19 í Føroyum.

Nýggjastu tølini frá heilsumyndugleikunum vísa, at ein tilburður varð staðfestur í gjár, meðan fýra vórðu staðfest frísk aftur.

Almennu tølini vísa, at 19 fólk hava covid-19 í løtuni, men harav eru níggju kekkiskir hondbóltsspælarar, sum við komu til Føroya vórðu staðfestir positivir. Teir fóru av landinum dagin eftir.

Í løtuni eru 66 fólk í sóttarhaldi, og ein persónur er innlagdur á sjúkrahúsinum í sambandi við covid-19.

661 kanningar vórðu gjørdar í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder