Innanlands

Tey uppløgdu løgmansevnini missa undirtøku

Men framvegis eru tað nógv flest, sum peika á Aksel og Bárð, vísir veljarakanning sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-03 13:57 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Tá Portalurin og Blaðið Vikuskifti hava gjørt veljarakanningar gjøgnum kanningarfyritøkuna Spyr.fo, hevur ofta verið spurt eftir hvønn persón tey spurdu ynskja til løgmann.

Og úrslitið hevur verið púra greitt – veljararnir vilja helst hava undanfarna løgmann, Aksel V. Johannesen og í øðrum lagi sitandi løgmann, Bárð á Steig Nielsen.

Men nýggjasta kanningin vísir, at undirtøkan fyri júst hesum báðum er minkandi. Formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur nú undirtøku frá “bara” 34,6 prosentum – seinast var hon 37 prosent, meðan formaðurin í Sambandsflokkinum gongur aftur úr 30,3 niður á 27,5 prosent.

Hinvegin ganga formanninir hjá Tjóðveldi, Fólkaflokkinum og Framsókn fram.

Les alla greinina og síggj øll tølini í Blaðnum Vikuskifti ókeypis her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder