Innanlands

Tey ungu drekka mest sodavatn

Fleiri menn enn kvinnur drekka sodavatn og orkudrykkir dagliga, og fólk drekka munandi meira sodavatn enn orkudrykkir, vísir kanning hjá Fólkaheilsuráðnum

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

2021-03-14 16:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyingar drekka mest vatn og kaffi og minst av sodavatni og orkudrykkum. Tað vísir ein spurnakanning, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í 2019, har 3.000 føroyingar m.a. vórðu spurdir um teirra heilsu og matvanar.

Les eisini: 93 prosent av føroyingum meta seg hava góða heilsu

Serliga eru tað tey ungu í aldrinum 18-29 ár, sum drekka oftast sodavatn við sukri. Av teimum spurdu søgdu 22,2 prosent av monnunum í hesum aldursbólki, at teir drekka sodavatn dagliga, meðan hetta bert var galdandi fyri 13,7 prosent av kvinnunum.

Millum tey eldru í aldursbólkinum 60-85 ár eru tað eisini fleiri menn, sum drekka sodavatn dagligliga, men talan er tó um munandi færri fólk. Av teimum spurdu í hesum aldursbólkinum søgdu 6,5 prosent av monnunum og 2,9 prosent av kvinnunum, at tey drekka sodavatn dagliga.

Sambært kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum er tað eisini í Sandoynni og Suðuroynni, at flest fólk siga seg drekka sodavatn við sukri dagliga – 16 prosent. Í Havnini og Vágum eru ikki nógv fólk, sum siga seg drekka sodavatn dagliga. Har er tað seks prosent.

Meginparturin drekkur sjáldan ella ongantíð orkudrykkir

Tað eru munandi færri, ið drekka orkudrykkir.

Heili 93,5 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey sjáldan ella ongantíð drekka orkudrykkir. Av teimum, sum eru eldri enn 30 ár er talan um heili 98 prosent.

Millum tey í aldrinum 18-29 ár eru færri, sum drekka orkudrykkir dagliga í mun til tey, sum siga seg drekka sodavatn dagliga, men aftur her eru tað menninir, sum drekka mest.

Seks prosent av monnunum í hesum aldursbólkinum siga seg drekka orkudrykkir dagliga, meðan bert tvey prosent av kvinnunum siga tað sama.

16 prosent av monnunum siga seg drekka orkudrykkir 1-4 ferðir um vikuna, meðan tað sama bert er galdandi fyri fýra prosent av kvinnunum.

62 prosent av monnunum og 84 prosent av kvinnunum  í aldrinum 18-29 ár siga, at tey sjáldan ella ongantíð drekka orkudrykkir.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder