Tað er lítið og einki at frætta um samanstoytin, sum var á bátastevnuni í Vestmanna seinnapartin leygardagin, tá ið ein skjóttgangandi bátur við fleiri fólkum sigldi inn í síðuna á bjargingaskipinum Brimli.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun hevur einki nýtt. Løgreglan kannar málið og avhoyrir fleiri fólk. Yvirhøvur hevur verið torført at fingið nakað at vitað um málið, longu frá tí at óhappið hendi.
Uppá spurningin í morgun um ikki meira kann fáast at vita um hendingina, vísir løgreglan til avmarkaðu skrásetingina hjá Vørn um málið.
Ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrlu. Hini umborð vóru flutt í land og við sjúkrabili flutt á sjúkrahús við smærri snuddum.
Jn.fo veit at siga, at Sjóvinnustýrið eisini kannar hendingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald