Innanlands

Ternan skal vera á beding í meira enn ein mánaða afturat

Strandfaraskipið er í ringum standi og fer ikki í sigling aftur fyrrenn um hálvan mars - neyðugt hevur verið at arbeitt við nógvum, ið ikki varð roknað við, áðrenn Ternan fór til klassing

Ternan hevur ikki verið í sigling síðani í oktober (Mynd: Sverri Egholm)

Ternan hevur ikki verið í sigling síðani í oktober (Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-04 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá Ternan fór til 40-ára klassing í fyrra helmingi av oktober í fjør, varð mett at arbeiðið fór at taka níggju vikur, og at Ternan aftur kundi fara í sigling á Nólsoyarleiðuni áðrenn jól. 

Men arbeiði á Klaksvíkar Sleipistøð hevur tikið nógv longur enn væntað. Orsøkin er, at nógv meira er at gera við skipið, enn upprunaliga varð hildið. Hetta sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, í samrøðu við Kringvarpið.

Sambært honum er skipið er í ringum standi, og Ternan fer ikki aftur í sigling fyrr enn um hálvan mars.

Hoyr alla samrøðuna her

Siglingin á Nólsoyarleiðini hevur verið óstøðugi longri tíð. Seinastu tíðina hevur avloysaraskipið Erla Kongsdóttir røkt siglingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder