Innanlands

Ternan sett aftur í sigling fyri jól

Arbeiðið varð mett at taka níggju vikur, og tann tíðarætlanin fer at halda – Tí fer Ternan aftur í sigling 20. desember

Ternan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ternan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-11-30 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fimm vikum síðani fór Ternan á beding, og Jósup yvirtók siglingina á Nólsoyarleiðini.

Ternan skuldi til 40 ára klassing á Klaksvíkar sleipistøð. Arbeiðið varð mett at taka umleið níggju vikur, og tann ætlanin fer at halda.

Tað siga Jóhan Petur Abrahamsen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni, og Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð, við Kringvarpið.

Ternan verður tí sett í sigling aftur 20. desember sum ætlað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder