Innanlands

Ternan ikki í sigling aftur fyrrenn nakað eftir páskir

Erla Kongsdóttir, ið nú fær nýggjar rútar, skal avloysa á Nólsoyarleiðini, tá Ternan verður burtur aftur

Ternan hevur ikki verið at sæð í sigling í fimm mánaðir (Mynd: Sverri Egholm)

Ternan hevur ikki verið at sæð í sigling í fimm mánaðir (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-25 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ternan fór seint í heyst til 40-ára klassing á Sleipistøðini í Klaksvík. og skipið er sum so ongantíð komið av beding síðani. Ætlanin var annars, at Ternan skuldi verða í sigling áðrenn beint fyri jól, men hetta varð útsett í nakrar mánaðir, tí arbeiði kravid væl meira, enn fyrst væntað.

Ternan skuldi fara í sigling í páskavikuni, men nú er greitt, at tað ikki verður fyrrenn komið er beint um hálvan apríl; einaferð ímillum 15-20 apríl.

Hetta upplýsti Jørgen Nielsen av tingsins røðarapalli í gjár, tá munnligir fyrispurningar vóru. Tað var Ruth Vang, ið spurdi landstýrismannin í samferðslumálum um millum annað Nólsoyarleiðina.

Landstýrismaðurin greiddi eisini frá, at Ternan skal avloysa Teistan, tá hann seinni í á skal á beding, og tá fer Erla Kongsdóttir aftur at taka við á Nólsoyarleiðini, umframt at Hasfjord fer at sigla við farmi.

[object Object]

Stuttu tíðina avloysaraskipið hevur verið í sigling, eru rútar brotnaðir umborð tvær ferðir, og í løtuni verða nýggir og sterkari rútar settir í á brúnni og í salongini á Erlu Kongsdóttur, sum aftur fer at avloysa á Nólsoyarleiðini. Hesir tola nógv meira, tá tað kemur til ristingar o.a, segði landstýrismaðurin. Jósup røkir í løtuni Nólsoyarleiðina.

Jørgen Nielsen segð eisini, at tað framvegis verður bíðað eftir einari endaligari frágreiðing frá veitarunum viðvíkjandi upprunaligu rútunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder