2026-07-24 14:09
Orsaka av øktu summarferðsluni millum Klaksvík og Kalsoy, er Ternan farin at røkja siglingina á leiðin.
Strandferðslan skrivar, at fyribils er ætlanin, at Ternan verður á Kalsoyarleiðini til og við fríggjadagin seinnapart 14. august.
Frá í dag verður eisini eykabussur hjá Bygdaleiðum settur inn á leið 506, ið koyrir millum Syðradal og Trøllanes.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald