
Danskir miðlar skriva í kvøld um, at sandavágsmaðurin Karl Weihe og havnarkvinnan Teresa Ovenberg hava funnið saman í Keypmannahavn. Orsøkin skal vera, at bæði luttaka í nýggjasta Paradise Hotel, sum kortsíðani varð tikið upp í Meksiko.
Tey bæði hava gingið á miðnámsskúla í Havn um somu tíð, men kennast ikki úr Føroyum, greiða tey frá tá miðilin alt.dk hitti tey til frumsýningina av "Mission Impossible - The Final Reckoning" í Imperial biografinum í kvøld.
- Tað er faktiskt rætiliga løgið. Føroyingar kenna altíð hvønn annan, men vit hava verið á hvør sínum stað, men nú fylgjast vit í Keypmannahavn og tað eri eg glaður fyri, sigur 25 ára gamli Karl Weihe við alt.dk.
- Okkara "orka" passar væl saman, og so hava vit møtt hvørjum øðrum og havt tað stuttligt saman, sigur hann um 26 ára gomlu Teresa Ovenberg.
Men sambært Se og Hør, er tað ikki tilvildarligt, at tey bæði nú deyta. Fyri einum góðum mánað síðan skrivaði miðilin, at Karl Weihe longu var farin aftur til Meksiko, har nýtt umfar av Paradise Hotel verður tikið upp. Nú avdúkar miðilin, at Teresa Ovenberg eisini er við í nýggja umfarinum.
Nýggja Paradise Hotel verður ikki víst fyrr enn um ársskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald