Mentan

TeleMama hevur útgávukonsert

Sigmund hitar upp til konsertina í Perluni leygarkvøldið

2022-05-17 07:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyri einum ári síðani var TeleMama eitt fullkomuliga ókent navn, men síðani Sement 2021 hava hesir ungu menninir ment til eitt av absolutt  heitastu nøvnunum í Føroyum

TeleMama hava fangandi løg, sparka reyv á pallinum og so eru teir bara super sjarmerandi. Ja, teir hava faktiskt allan pakkan.

Men tað endar ikki har, tí TeleMama eru eisini munandi meir produktivir enn teir flestu bólkarnir. Og nú standa teir klárir við eini heilari útgávu, sum teir nú fara at deila við verðina. Frumframførslan av nýggju heildarútgávuni verður í Perluni í Tórsgøtu í Havn leygarkvøldið.

TeleMama vera tó ikki heilt einsamallir, tí teir hava fingið ongan annan enn Sigmund Zachariassen at hita upp. Sigmund er ein einmansherur, sum vil nakað. Og tá vit tosa um produktiv listafólk, so er Sigmund absolutt ein teirra. Hann spælir m.a. við í Joe and The Shitboys, Ranchus og Kóboykex, men hesaferð kann hann upplivast sum Sigmund. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder