Uttanlands

Teldusníkar brotið inn á 50 milliónir Facebook vangar - eisini føroyskar

Sambært Facebook hava teldusníkarnir haft møguleika at yvirtaka Facebook vangan hjá teimum mongu brúkarunum

2018-09-28 21:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Facebook skrivar í kvøld í tíðindaskrivi, at út við 50 milliónir brúkarar eru raktir.

Sambært Facebook, hava teldusníkarnir funnið eitt hol í "Vís sum"-funkuni, sum ger tað møguligt at síggja hvussu tin vangi sær út, tá onnur hyggja eftir honum.

Hetta hevur givið teimum møguleika at yvirtaka allan Facebook vangan hjá teimum raktu brúkarunum.

Fleiri føroyingar eru millum tey, ið rakt eru. Øll tey, ið eru rakt av álopinum, eru ritaði út av sínum Facebook vanga.

Sambært Facebook er ikki neyðugt at broyta loyniorðið, sjálvt um ein er raktur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder