2025-04-30 22:52

Nakað av útrykningi var í Havnini fyrr í kvøld, men tíbetur hevði tað einki uppá seg.
Tað var ein følari sum reageraði í Á-handlinum á Sundsvegnum, men har var eingin eldur og heldur eingin roykur, verður upplýst av brandstøðini í Havn.
Talan er um ein tekniskan feil.
Sløkkiliðið hevði venjing í kvøld, so nógv manning var á longu støðini tá boðini komu, og tískil var skjótt at koma á staðið.
Men tíbetur var einki at koma eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald