Mentan

Tarira vitjar Varpið mikukvøldið

Kórið fyrireikar seg til konsertferð til London og Cambridge

2024-05-21 19:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tarira vann heiðurin sum Føroya besta kór á kórfestivalinum, sum var hildin í Varpinum í apríl í ár.

Mikukvøldið 22. mai klokkan 20 verður aftur høvið at hoyra Tarira í Varpinum, hesaferð við eini heilari konsert.

Á skránni er føroyskur kórtónleikur, umframt renaissansutónleikur. Føroysku tónaskøldini eru Kári Bæk, Sunnleif Rasmussen, Pauli í Sandagerði, Tróndur Bogason, Unn Patursson og Anne Mette Greve Klemensen.

Kórleiðari er Bernharður Wilkinson

Konsertin er umleið 60 minuttir, og atgongumerkini fáast á atgongumerki.fo .

Á konsertferð til London og Cambridge

Tarira er eitt kamarkór við staðseting í Tórshavn. Kórið varð stovnað í 2002 og telur 20 sangarar, ið hava drúgvar royndir sum kórsangarar og innan tónleik yvirhøvur.

Tarira setur stóra æru í at bíleggja nýggj verk frá føroyskum tónaskøldum, og á tann hátt gera kórrepertoirið í Føroyum meira fjølbroytt, áhugavert og viðkomandi fyri komandi ættarlið av kórsangarum og tónaskøldum.

Kórið hevur eisini lagt stóran dent á at fara út um landoddarnar at framføra føroyskan tónleik og vísa á, hvat rørir seg á føroyska kórpallinum.

4. til 8. juni fer Tarira á konsertferð til London og Cambridge. Tríggjar konsertir eru á skránni. Konsertskráin er fyri ein part samansett av renaissansutónleiki. Tað krevur nógv avkórinum, at syngja júst hesi stykkini í einum landi, ið hevur stolta traditión fyri júst hesi sjangruni. Umframt renaissansutónleik, er føroyskur tónleikur eisini á skránni. Hesi stykki eru útvald soleiðis, at lurtarin fær innlit í, hvat rørir seg á føroyska kórpallinum í løtuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder