Mentan

Tann góða filmsumsóknin - kunningarfundur um stuðul til film

Mentanargrunnur Landsins bjóðar til kunningarfund um stuðul til film mikudagin 15. apríl kl. 17 í Filmshúsinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-04-12 20:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Greitt verður frá, hvussu Mentanargrunnurin umsitur stuðulin, hvat leikluturin hjá faknevndini er, og hvussu umsøkjarar kunnu gera eina góða filmsumsókn.

Vil ein vita meira um stuðul til film og fáa holla ráðgeving, hvussu ein ger eina góða filmsumsókn, ber hetta til mikudagin 15. apríl klokkan 17.

Tiltakið, sum er ókeypis, verður í Filmshúsinum, Vestara Bryggja 15, 3. hædd, skrivar Mentanargrunnur Landsins í tíðindaskrivi.

Skrá:
• Vælkomin og kunning um stuðul til film v/ Hedvig Westerlund-Kapnas, forfólk í Mentanargrunninum
• Faknevndin fyri film v/ Marjun Niclasen, faknevndarlimur
• Tann góða filmsumsóknin v/ Pætur M. Dahl, faknevndarlimur & Birna Jacobsen, starvsfólk Fyriskipari er: Mentanargrunnur Landsins

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder