Uttanlands

Talið av tøkum til arbeiðsmarknaðinum í Danmark lækkar alsamt

Í løtuni bíða 108.600 fólk eftir arbeiði - hetta er lægsta talið síðani koronufarsóttin gjørdi sítt inntriv í danska samfelagið í mars í fjør, og tað er eitt gott tekin, tí fleiri eru sloppin aftur til arbeiðis

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-07-30 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri og fleiri sleppa nú til arbeiðis aftur í Danmark, har dagligdagurin seinastu mánaðirar hevur verið meira og meira sum vanligt hjá teimum flestu.

Sokallað "ledigheden" er nu niðri á 108.600, og tað er tað lægsta síðani korona rakti Danmark fyri 17 mánaðum síðani. Hetta vísa tøl hjá Danmarks Statistik. 

Samanlagt komu 20.000 fólk aftur á arbeiðsmarknaðin í mai og juni 2021. Tað eru framvegis yvir 6.000 fleiri tøk, enn tað vóru í februar 2020.

Tað eru serliga tey millum 25-29, ið hava fingið arbeiði, tó at tað er eisini hesin aldursbólkurin, sum er best umboðaðir millum tey tøku. Prosenttalið av kvinnum og monnum í arbeiðsførum aldri, ið bíða eftir arbeiði, eru í báðum førum 3,8.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder