Uttanlands

Talið á smittaðum setur met triðja dagin á rað í Týsklandi

Fyri fyrstu ferð eru skrásettir fleiri enn 7000 tilburðir uppá eitt samdøgur í landinum.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-10-16 12:35 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Talið á smittaðum við koronu heldur áfram við at vaksa í Týsklandi. Fyri fyrstu ferð síða farsóttin breyt út hevur landið skrásett fleiri enn 7000 tilburðir uppá eitt samdøgur. Tað Skrivar Danmarks Radio.

Hetta er samstundis triðji dagur á rað, at talið á smittaðum í Tysklandi setur met.

Við til søguna hoyrir tó eisini, at man í Týsklandi er farin at kanna nógv fleiri fólk enn man gjørdi áður undir farsóttini.

Týskland hevur tilsamans skrásett fleiri enn 348.000 koronutilburðir og 9.734 andlát.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder