Uttanlands

Talið á nýggjum andlátum í Spania økist aftur

Seinasta samdøgrið eru 332 fólk deyð, og sunnudagin var talið 288 – Einasta landið, sum hevur skrásett fleiri tilburðir er USA

Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, sigur, at mann møguliga fer at linka tiltøkini 2. mai, um tað gongur rætta vegin (Mynd: EPA)

Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, sigur, at mann møguliga fer at linka tiltøkini 2. mai, um tað gongur rætta vegin (Mynd: EPA)

2020-04-27 15:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á nýggjum andlátum í Spania økist aftur, boða landsins myndugleikar frá í dag.

Seinasta samdøgrið hava 332 fólk við COVID-19 latið lív. Hetta er ein lítil hækking í mun til í gjár, har talið var 288.

Spania er millum tey lond, sum eru harðast rakt av koronasmittuni, og talið í gjár var eisini tað lægsta talið í meira enn ein mánað.

Sambært uppgerð frá Johns Hopkins University, eru 226.629 tilburðir av COVID-19 skrásettir í Spania. Bert USA hevur skrásett fleiri tilburðir – gott 966.000.

23.521 eru skrásett sum deyð av smittuni í Spania. Sostatt liggur Spania, sambært Johns Hopkins University sum nummar trý á listanum yvir flest andlát. USA hevur skrásett 54.877 andlát, og Italia hevur skrásett 26.644 andlát.

Talið í Spania svarar til 50 andlát per 100.000 íbúgvar, skrivar Ritzau.

Í mars setti Spania í verk nøkur av ógvusligastu afturlatingartiltøkunum í Evropa. M.a. var útfaringarforboð sett í verk. Eingin slapp at vera uttandura um mann ikki hevði alneyðug ørindi. Forboðið er enn galdandi, men sunnudagin var hetta tó linkað fyri børn undir 14 ár. Hesi sleppa nú út at spæla aftur í stuttum tíðarskeiðum. Kravið er tó, at ein vaksin hevur eftirlit við barninum.

Leygardagin boðaði Pedro Sanchez, spanski forsætisráðharrin, frá, at mann møguliga fór at linka tiltøkini uppaftur meira 2. mai, um tað gongur rætta vegin.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder