Innanlands

Talið á løntakarum fall í august

Tað vóru 822 færri handverkarar í august enn í juli

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-11 14:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Onnur koronabylgjan í august fekk eisini stóra ávirkan á talið av løntakarum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at eftir at løntakaratalið vaks munandi í juli mánaði, kavaði tað aftur í august.

Í juli vóru skrásetti 27.312 løntakarar í Føroyum, tað er eitt vet fleiri enn í juli í fjør, og harvið næsthægsta tal nakrantíð. Men longu mánaðin eftir var talið fallið við 822 til 26.490.

Talið av løntakarum fall annars ógvusliga frá 26.852 í mars til 25.280 í apríl. Men síðan vaks tað aftur í mai, juni og juli, tá tað kom heilt upp á hvat skuldi verið normalt.

Tølini vísa eisini, at tað so at siga bert var privata tænastuvinnan, sum sendi fólk heim undir verstu koronakreppuni. Hinar vinnurnar, fiskivinnan, byggivinna og almennar tænastur vórðu bert í lítlan mun raktar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder