Uttanlands

Nú eru fleiri enn 600.000 deyð við korona

Talið á skrásettum smittutilburðum er eisini farið uppum 14 mió. USA, Brasil og India eru einastu londini, ið hava skrásett omanfyri eina mió. tilburðir

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2020-07-18 14:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár kom talið á skrásettum smittutilburðum upp á 14 mió, og í dag fór talið á andlátum, sum eru skrásett í sambandi við koronasmittuni, uppum 600.000.

Tað vísir uppgerð hjá worldometers.info.

Tey londini, sum hava skrásett flest andlát eru USA, Brasil og Stórabretland, sum hava skrásett ávikavíst 142.000, 77.900, og 45.000 andlát.

Tá hugt verður eftir talinum á smittutilburðum, eru tað aftur USA og Brasil, sum liggja ovast á listanum. Her er tað India, sum liggur sum nummar trý.

USA hevur skrásett 3,7 mió. tilburðir, Brasil hevur skrásett tvær mió. tilburðir, og India hevur skrásett eina mió. tilburðir. Hesi trý londini eru eisini tey einastu, har talið á skrásettum tilburðum liggur omanfyri eina mió.

Av teimum 14 mió., sum hava fingið staðfest smittuna, eru 5,1 mió. smittað í løtuni, og 8,5 mió. eru staðfest frísk.

Í gjár vóru fleiri enn 240.000 tilburðir og 5.500 andlát staðfest.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder