2022-02-05 14:02
Í gjár vóru 677 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Hesir tilburðirnir vórðu staðfestir í 1.530 kanningum.
Í løtuni eru beint undir 5.000 fólk smittað við koronu – 4.972. Av teimum eru seks innløgd, men bert fýra teirra eru innløgd vegna koronu, skrivar korona.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald