Innanlands

Talið á gistingum vaks við 110 prosent

Talið á gistingum í mars var gott 5.000 fleiri enn í mars 2020 – Gistingarhúsini í høvuðsstaðarøkinum eiga lutfalsliga størsta partin av gistináttunum

Hotel Havgrím (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hotel Havgrím (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-26 12:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um hálvan mars í fjør stongdu landamørkini, og Føroyar fóru niður í ferð, og tí kemur tað helst ikki óvart á nakran, at gistingarhúsini upplivdu ein stóran vøkstur í talinum á gistináttum í farna mánað samanborið við sama tíðarskeið í 2020.

Sambært Hagstovuni vaks gistitalið við 110 prosent. Talan er tó um eina minking á 3,7 prosent í mun til mars 2019.

Talið á gistinætum á føroysku gistingarhúsunum í mars var gott 9.500 – gott 5.000 fleiri samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Høvuðsstaðarøkið eigur lutfalsliga størsta partin

Gistingarhúsini í høvuðsstaðarøkinum eiga lutfalsliga størsta partin av gistináttunum. Her var vøksturin 124 prosent í mun til í fjør.

Uttan fyri høvuðsstaðarøkið var vøksturin 31 prosent.

Stóri vøksturin í gistináttum sæst aftur við, at parturin hjá føroyingum er trífaldaður í mun til í fjør og tvífaldaður í mun til 2019. Talið á gistináttum hjá dønum vaks við góðum 50 prosentum í mun til í fjør, men hjá fólkum úr øðrum londum var talið á gistináttum so at siga óbroytt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder