Innanlands

Talgilt koyrikort viðurkent í Føroyum og í Danmark

Føroyskir bilførarar kunnu nú brúka talgilt koyrikort í Danmark – og danskir bilførarar kunnu á sama hátt brúka talgilt koyrikort í Føroyum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-07-05 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú kunnu føroyskir bilførarar brúka talgilt koyrikort í Danmark – og danskir bilførarar kunnu á sama hátt brúka talgilt koyrikort í Føroyum.

Hetta kom í gildi 1. juli og er úrslit av eini avtalu, sum landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, og danski samferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen, undirskrivaðu 26. mai í ár, boðar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið frá í tíðindaskrivi.

– Við hesum stigi hava vit gjørt tað møguligt hjá bilførarum at brúka talgilt koyrikort – óansæð um tú ert í Føroyum ella í Danmark. Vónin er, at hendan avtalan er fyrsta stigið á leiðini til, at føroyskt talgilt koyrikort kann verða góðkent í fleiri ES-londum, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Talgilt koyrikort er við hesum javnsett við vanligt koyrikort og kann brúkast sum lógligt prógv at koyra bæði í Føroyum og í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder