Innanlands

Talgildu Føroyar: Trýsið ikki á leinkið

Følsk sms-boð, sum síggja út til at vera frá Samleikanum, eru í umferð – Talgildu Føroyar senda tó ongantíð leinki, har biðið verður um persónsupplýsingar, og verður heitt á fólk, sum fáa hesi SMS-boð um ikki at trýsta á leinkið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-04-11 13:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú verður aftur ávarað um følsk SMS-boð, sum eru í umferð. Hesa ferð síggja tey út til at vera frá Samleikanum, men tað eru tey ikki, siga Talgildu Føroyar.

Talan er um sonevnd smishing-álop, har tú móttekur SMS-boð, ið síggja út til at koma frá veruligum avsendarum. Boðini innihalda eitt leinki, og tú verður biðin um at trýsta á tað fyri at dagføra Samleikan.

Talgildu Føroyar undirstrika, at talan er um følsk boð, sum hava til endamáls at stjala títt loynital og tína atgongd, og er tað sera umráðandi, at tú ikki trýstir á ókend leinki.

– Talgildu Føroyar senda ongantíð leinki, har biðið verður um persónsupplýsingar. Ein týðandi partur av trygdini hjá Samleikanum er, at Talgildu Føroyar ikki senda SMS-boð við leinkjum í, har tú skalt upplýsa persónsupplýsingar.

– Peningastovnar, fjarskiftisveitarar, Føroya Politi og Talgildu Føroyar taka álopini í størsta álvara og verður nógv gjørt við at halda sms-boðunum aftur.

Les meira her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder