Uttanlands

Tailendsku fótbóltsdreingirnir eru funnir

Allir 12 dreingirnir og venjari teirra eru á lívi

Tailendsku fótbóltsdreingirnir (Mynd: EPA)

Tailendsku fótbóltsdreingirnir (Mynd: EPA)

2018-07-03 07:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár eydnaðist tveimum bretskum kavarum at finna tailendsku fótbóltsdreingirnar, sum hava verið burturi síðani 23. juni. Dreingirnir funnu sær skjól saman við venjara sínum í eini helli, tá tað fór at regna av grimd.

Men so nógv regn var, at dreingirnir vórðu fangaðir, og síðani hevur arbeitt verið at finna dreingirnar.

Dreingirnir eru svangir, troyttir og bangnir, men vóru eisini forvitnir eftir at vita hvar hesir kavararnir komu frá, og gjørdist spentir, tá kavararnir fortaldu, at teir komu úr Bretlandi.

Sjónband vísir, at dreingirnir spurdu hvør dagurin í dag var. Teir fáa at vita at tað er mánadagur, og at teir hava verið har í 10 dagar. Ein av dreingjunum fortelur, at teir eru svangir, og kavarnir vissa teimum, at teir koma aftur við fleiri fólkum dagin eftir, skrivar DR.

Nú verður arbeitt við at fáa mat og læknahjálp til dreingirnar, inntil teir eru sterkir nokk til at kunna bjargast út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder