Uttanlands

Tailand fingið 1,5 milliónir skamtar frá USA

Tilsamans fer USA at lata landinum 2,5 milliónir skamtar frá Pfizer/BioNTech – Koppsetingin í Tailandi gongur seinni enn ætlað, og sjúkrahús eru undir stórum trýsti

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-07-31 16:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tailand stríðist í løtuni við higartil størsta útbrotið av koronasmittu, sum landið hevur upplivað, og nú hevur landið fingið 1,5 mió. skamtar av koppingarevni frá USA.

Talan er um fyrstu sendingina við koppingarevni frá Pfizer/BioNTech, sum USA letur til Tailands. Tilsamans letur USA 2,5 mió. skamtar.

Síðan apríl hevur Tailand sæð eina stóra øking í smittutalinum, og sjúkrahúsini í stórbýnum Bangkok eru undir stórum trýsti.

– Tað er nú komið hartil, at fólk yvirhøvur ikki kunnu fáa atgongd til læknahjálp. Tað er ongantíð hent áður. Har eru nógv fólk, sum yvirhøvur ikki fáa viðgerð, sigur ein lokalur lækni við The Guardian.

Tað er Delta-frábrigdið, sum hevur elvt til hesa nýggju smittubylgjuna. Fríggjadagin boðaðu myndugleikarnir frá, at 17.000 nýggir smittutilburðir og 117 andlát vórðu skrásett í sambandi við smittuni.

Sambært Ritzau hevur koppsetingarætlanin í Tailandi higartil verið bundin av koppingarevni frá kinesiska Sinovac, og AstraZeneca.

Koppingarevnið frá AstraZeneca verður framleitt lokalt, men framleiðslan hevur tó verið nógv minni, enn stjórnin væntaði, og tí er koppsetingarætlanin seinkað.

Bert 5,6 prosent av teimum 66 mió., sum búgva í Tailandi, eru liðugt koppsett. Tað er annars ætlanin hjá stjórnini, at 75 prosent av íbúgvunum skulu vera liðugt koppsett áðrenn 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder